Champions League: HB hevur mist fyrimunin

Tað sigur formaðurin í felagnum, Páll Mohr Joensen, ið harmast um avgerðina hjá UEFA

HB fekk fríggjadagin boð frá evropsiska fótbóltssambandinum, UEFA, at felagið kortini ikki sleppur at hýsa undankappingini til Champions League. Hon skuldi annars verða millum 22. juni og 25. juni, har meistaraliðini úr Andorra, San Marino og Kosovo komu til Føroya, at spæla ein mini-kapping um at sleppa við til undankappingina til Champions League.

 

Formaðurin hjá HB, Páll M. Joensen, harmast um støðuna, ið kemur óvast á. Felagið hevur onga ábending fingið um nýggju støðuna, sum ikki er eitt úrslit av smittuútbrotinum í landinum, men av galdandi reglugerðini um sóttarhald. HB ger ikki meiri við málið og fyrireikar seg til kappingina, sum møguliga verður í Póllandi.

 

– Støðan er sum hon er og avgerðin er tikin. Vit kunnu bara gera eftir boðunum, sum vit hava fingið. Vit hava ikki fingið nakað skrivligt. Vit hava bara fingið ein stutt boð um at avgerðin er tikin. UEFA metir, at tað er ov vági at koma til Føroyar við trimum liðnum, tá sóttarhaldsreglarnar siga, at um bara ein er smittaður, so skal eitt heilt lið í sóttarhald, sigur Páll M. Joensen.

 

HB hevur í fleiri ár stríðst við at koma víðari í Evropa. Felagið hevur fleiri góð úrslit at vísa á, men tey eru næstan øll á heimavølli. Tí er tað ein smeitur, at HB ikki sleppur at hýsa kappingini.

 

– Vit skulu helst vinna á meistaraliðinum úr San Marino og Andorra til eina og hvørja tíð, meðan sterkasta mótstøðan er meistaraliðið úr Kosovo. Teir eru styrkismettir áleið saman við okkum. Teir spæla vanliga á grasi og eru vanir við at spæla í nógvum hita. Her meta vit, at vit missa ein fyrimun við ikki at spæla í Føroyum, og um kappingin verður flutt til eitt stað, har tað er heitari. Tú kanst siga at tað, sum vit hildu var ein fyrimunur fyri okkum, er nú koppað yvir til liðið úr Kosovo, sigur Páll M. Joensen.

 

Sum skilst verður nú arbeitt við at fylla ein flúgvara við fjepparum, sum koma við á ferðini.