Malmø, sum er einasta umboðið úr norðurlondum, sum er eftir í Champions League, megnaði í evstu løtu at bjarga sær møguleikanum at koma í bólkaspælið.
Svenska Malmø FF spældi á útivølli móti skotska Celtic. Heimaliðið var á odda bæði 2-0 og 3-1, men í evstu løtu fingu svenskarnir minkað um munin til 3-2, sum er eitt munandi betri úrslit at hava við til returdystin.
22 lið hava longu vunnið seg víðari til bólkaspælið, meðan 20 lið stríðast um tíggju tey seinastu atgongumerkini, ið eru vert nógvar milliónir krónur hvørt.
Fyrru play-off dystirnir:
Basel – Maccabi Tel Aviv 2-2
Celtic – Malmø 3-2
Rapid Wien – Shakhtar Donetsk 0-1
Skenderbeu – Dinamo Zagreb 1-2
Valencia – Monaco 3-1