Champions League byrjar í vikuni

Nú er komið fram til áttandaparts finalurnar í Champions League, og fyrstu fýra dystirnir verða leiktir í hesari vikuni.

 

Í morgin verða dystirnir Celtic-Juventus og Valencia-PSG leiktir, og mikudagin verður stóra brakið millum Real Madrid og Manchester United á Bernabeu. Sama dag hittast eisini Shaktar Donetsk og Dortmund.

 

19. og 20. februar verða so hinir dystirnir í áttandaparts finaluni leiktir.

 

Týsdagin 19. februar spæla Arsenal-Bayern München og Porto-Malaga, og mikudagin 20. februar hittast Galatasaray-Schalke 04 og Milan-Barcelona.

 

TV3+ vísir í morgin dystin Valencia-Paris SG, meðan TV3 Sport vísir Celtic-Juventus. Mikudagin vísir TV3+ Real Madrid-Manchester United, meðan TV3 Sport vísir Shaktar Donetsk-Dortmund.