Vetrardvalin hjá evropeisku meistarakappingini í fótbólti er farin aftur um, og er nú klárt til at byrja uppá 1/8 finalurnar í kvøld. Tær fyrstu fýra 1/8 finalurnar, sum verða spældar í kvøld eru: Arsenal-Roma, Atletico Madrid-FC Porto, Lyon-Barcelona og Inter-Manchester United. Serligt fokus er á dystin millum Inter og Manchester United. Gamli Chelsea-venjarin, José Mourinho er nú venjari hjá Inter, og gleðir hann seg veruliga til at skula takast við sín gamla kappingarneyta, Alex Ferguson aftur. Mourinho, sum ongantíð hevur mangla sjálvsálit, hevur verið frammi og sagt, at hann hevur æruna av, at Manchester United er eitt so gott lið nú. Tá Mourinho ráddi fyri borgum, vann Chelsea enska meistaraskapið tvey ár á rað. Mourinho heldur, at dominansurin hjá Chelsea pískaði Manchester United til at taka seg saman. Mourinho heldur, at United er eitt nógv betri lið, tí hann tvingaði teir til tað. Tað er tó ikki reypið hjá Mourinho, sum nívir Alex Ferguson mest
Stendur illa til í verjuni
Tað stendur illa til í verjupartinum hjá Manchester United fyri týðandi dystin ímóti Inter í Champions League í annaðkvøld. Seks verjuspælarar eru skaddir, hava leikbann ella eru ivasamir, og í løtuni vónar venjarin, at hann í minsta lagi fær sett tveir miðverjar á liðið frá byrjan. Wes Brown, Gary Neville og Rafael eru skaddir, og Nemanja Vidic er leikbannaður. Harafturat eru bæði Johnny Evans og John O´Shea ivasamir, men Sir Alex Ferguson vónar, at annar teirra kann spæla saman við Rio Ferdinand í miðverjuni. - Hetta er ein marra fyri okkum, men hóast tað er rættiliga ivasamt í løtuni, so vóni eg, at tveir av miðverjunum verða tøkir, sigur Alex Ferguson. José Mourinho er vísur í síni søk: - Eg havi sagt við Interspælarnar, at teir skulu ikki óttast hesa uppgerðina, tí um 15 dagar kunnu vit hátíðarhalda, at vit hava vunnið á teimum ráðandi Champions League-meistarunum.
Ringur standur í Arsenal
Standurin er ikki góður í Arsenal. Arsene Wenger hevur nógvar góðar spælarar á skaðalistanum, so sum Theo Walcott, Tomas Rosicky og ikki minst Cesc Fabregas. Wengar fær heldur ikki gagn av Arshavin í Champions League, tí Arshavin hevur longu spælt Champions League dystir fyri gamla felag sítt, Zenit Sankta Pætursborg. Nógv hongur á herðunum hjá Robin van Persie. Wenger og starvsfelagin hjá mótstøðuliðnum í annaðkvøld, Spaletti hjá Roma hava eina rættiliga líka fótbóltsfilosofi, har stórur dentur verður lagdur á álopspartin. Vit onnur kunnu bert vóna, at Spaletti og Wenger eisini fara at praktisera sína siðvandu fótbóltsfilosofi í báðum 1/8 finalunum.
Málregn í Barcelona
Álopsspælarnir hjá Barcelona hava ikki havt trupuleikar við at funnið málmeskarnar í hesum kappingarárinum. Lionel Messi, Samuel Eto´o og Thierry Henry hava rokast í álopspartinum, Messi, Eto´o og Henry hava samanlagt skorað 48 mál í Primera Liga, tí bestu sponsku fótbóltsdeildini. Tað eru fleiri mál, enn nakað annað topplið í teimum stóru evropeisku fótbóltsdeildunum hava skorað tilsamans. Kortini snávaði Barcelona í grannauppgerðini ímóti Espanyol. Lyon, sum hevur dominerað fronsku liguna seinastu árini, verður ikki mett at verða líka sterkt, sum tey undanfarnu árini. Koma Messi, Eto´o og Henry aftur á málslóðina, so verður ikki lukkuligt hjá Lyon at verða fyri. Atletico Madrid hevur fyri stuttum aftur blakað ein venjara á dyr. Hesaferð varð talan um Javier Aguirre. Rokið og óstabiliteturin kring liðið ger ikki uppgávuna ímóti FC Porto lættari. Porto hevur ikki gjørt tær stóru skreytirnar seinastu árini, men nú er liðið aftur á odda í portugisisku liguni, og liðið er væl fyri.