Champions League brak í kvøld

Í kvøld bresta tveir risar í evropskum fótbólti saman, tá tvær av seinnu fjórðingsfinalunum verða í kvøld. Á Nou Camp tekur Barcelona móti AC Milan. Fyrri dysturin teirr millum endaði við javneliki.

 

Rótin til góða Barcelona spælið, miðvallarin Xavi Hernandez, er ivasamur. Hann hevur ikki vant í tvær dagar og verður testaður undan dystinum í kvøld. Barcelona venjarin, Josep Guardiola, væntar at AC Milan fer at skora í dystinum og tí skal heimaliðið til at skora minst tvær ferðir fyri at koma víðari.

 

Fyri AC Milan kemur tað illa við, at miðverjin Thiago Silva framvegis ikki er tøkur. Hann sat eisini uttanfyri í fyrru uppgerðini. Barcelona og AC Milan vóru eisini í bólki saman og tá endaði tað við 2-2 javneliki á Nou Camp. Eitt slíkt úrslit hevði sent AC Milan víðari til hálvfinalurnar.

 

Tað er minni spenningur í hinari fjórðingsfinaluni. Bayern Munchen er stórur favorittur at koma víðari eftir at hava vunnið fyrra dystin móti Marseille í Fraklandi 2-0. Heldur týska stórfelagið fast um leiðsluna, so møta teir helst Real Madrid í hálvfinaluni.

 

Champions League fjórðingsfinalur:

 

3/4:

Barcelona – AC Milan (0-0) 19:45

Bayern Munchen – Marseille (2-0) 19:45

 

4/4:

Chelsea – Benfica (1-0) 19:45

Real Madrid – APOEL (3-0) 19:45