Fýra Play Off dystir í Champions League vóru leiktir týskvøldið. Í dystunum verður spælt um at røkka áttandapartsfinalunum í kappingini. Í kvøld vóru fyrru dystirnir leiktir.
Á Aspmyra leikvøllinum framdi Bodø/Glimt enn eitt evropeiskt bragd. Bodø/Glimt vann ein glæsiligan 3-1 sigur á italska stórliðnum, Inter Milan.
Newcastle vann á útivølli stórsigur á Qarabag, Club Brügge og Atletico Madrid leiktu málríkan javnleik, og Bayer Leverkusen vann góðan útisigur á Olympiakos.
Úrslitini og málskjúttarnir:
Bodø/Glimt-Inter Milan 3-1 (1-1)
1-0 Sondre Fet ('20 )
1-1 Pio Esposito ('30 )
2-1 Jens Hauge ('61 )
3-1 Kasper Høgh ('64 )
Club Brügge-Atletico Madrid 3-3 (0-2)
0-1 Julian Alvarez, br. ('8 )
0-2 Ademola Lookman ('45+4 )
1-2 Raphael Onyedika ('52 )
2-2 Nicolo Tresoldi ('60 )
2-3 sjálvmál ('79 )
3-3 Christos Tzolis ('89 )
Olympiakos-Leverkusen 0-2 (0-0)
0-1 Patrik Schick ('60 )
0-2 Patrik Schick ('63 )
Qarabag-Newcastle 1-6 (0-5)
0-1 Anthony Gordon ('3 )
0-2 Malick Thiaw ('8 )
0-3 Anthony Gordon, br. ('32 )
0-4 Anthony Gordon ('33 )
0-5 Anthony Gordon, br. ('45+1)
1-5 Elvin Cafarquliyev ('55 )
1-6 Jacob Murphy ('72 )











