Challenge-Trophy verður í Bosnia

Kvinnurnar á hondbóltslandsliðnum ganga ivaleyst í spenningi og bíðað eftir, hvussu tilmelding og lutakast verður til komandi kappingina, sum helst verður spælt í mai-mánaði. Fyri tveimum árum síðani tóku føroysku kvinnurnar fyri fyrstu ferð lut í kappingini, og tað var við framúr góðum úrslitum.
Í ár verður kappingin hildin í Bosnia, sum fyri seks árum síðani vann Challenge-Trophy kappingina. Síðani tá hevur Bosniska hondbóltssambandið ikki tikið lut í altjóða kapping, men nú verður so lagt til brots aftur hesum viðvíkjandi.