Hondbóltur
Í Hondbóltssambandinum bíða tey í spenningi eftir boðunum, hvørt føroyska kvinnulandsliðið í ár sleppur upp í part í Challenge-Trophy kappingini, sum hesa ferð verður hildin í Bosnia.
Átta lið sleppa við hvørja ferð, og Føroyar hava biðið um at verða partur av hesum. Útlitini mugu eisini sigast at vera góð, eftir framúr væl eydnaðu luttøkuna í Mezzocorona í Italia fyri tveimum árum síðani, og tí er væntandi, at Europeiska Hondbóltssamgongan tekur Føroyra við í pottin.
Freistin at bíleggja atgongumerki til kappingina var úti sunnudagin, og væntandi skuldi HSF fáa svar um hetta í dag.
Plan B er klárur
Einki er at ivast í, at bæði HSF og spælarar í spenningi bíða eftir svarinum. Men hjá teimum, sum leggja kappingina tilrættis, er spenningurin eisini stórur. Eftir verandi skipan, so verður ein møgulig triða og seinasta finala spæld 12. apríl. Men tá Challenge-Trophy byrjar longu 2. apríl, gevur hetta sjálvsagdar trupulleikar. Ikki minst, tí venjararnir hjá kvinnulandsliðnum sjálvandi hava vónir um, at spælararnir kunnu venja saman nakrar ferðir áðrenn fráferðina.
Jógvan Martin Mørk, kappingarleiðari hjá HSF, sigur, at tey hava vitað av hesum spurninginum, tá kappingin varð løgd, og at tey eisini eru til reiðar at broyta kappingina, um hetta verður neyðugt.
- Tá kappingin er sett at enda 8. ella 12. apríl, so er hetta gjørt, tí vit á tann hátt kunnu hava sutt skotbráð millum næstu og møguliga triðu finaluna. Hetta tí 8. apríl er dagurin fyri pálmasunnudagin, og tá kunnu vit so flyta seinasta dystin til mikudagin fyri páskir. Ella kanska til skírisdag, sigur Jógvan Martin.
- Men samstundis hava vit rúm fyri flytingum, um hetta verður neyðugt, leggur hann afturat.
- Vit hava sum er nøkur dystarfrí vikuskifti, sum uttan hóvasták kunnu takast í nýtslu. Og verður onnur hálvfinalan sett á skránna mikudag, so er møguleiki at hava seinasta finaludystin 26. mars. Altso 19. mars, um FM-heitið er avgjørt eftir tær báðar fyrstu finalurnar. Og tá skuldi størsti parturin av trupulleikanum verið loystur, sigur Jógvan Martin.
Venjararnir bíða
Vit hava spurt annnan av landsliðsvenjarunum, Rógva Nielsen, hvørt hann metir tað vera nóg góð fyrireikingartíð, um spælararnir fáa frí tann 26. mars - bara eina viku undan fráferðini til Bosnia. Rógvi sigur seg tó ikki vilja gera nakrar sum helst viðmerkingar um hetta, fyrr enn tað er staðfest, hvørt føroyska kvinnulandsliðið verður partur av Challenge-Trophy ella ikki.
Afturat Rógva er Flemming Raben eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum.