Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, kann stilla uppaftur, so leingi hann hevur hug Á einari fólkaatkvøðu í Venesuela í gjár atkvøddi ein meiriluti fyri at geva forsetanum, Hugo Chávez, heimild til at stilla upp, so leingi hann hevur hug til tess.
Sambært valnevndini atkvøddu 54 prosent fyri at gera broytingina í grundlógini.
Túsundtals viðhaldsfólk hjá Chávez vóru í gøtunum í nátt og fagnaðu úrslitinum. Andstøðan hevur kunngjørt, at hon viðurkennir sigurin hjá forsetanum, sum bleiv størri, enn meiningakanningar høvdu víst.