Cesc Fabregas hevur júst kunngjørt, at hann skiftir frá Barcelona til Chelsea. Cesc Fabregas spældi frá 2003 til 2011 við Arsenal, sum somuleiðis er úr London. Her var hann eitt skifti eisini liðskipari, áðrenn hann skifti til barndómsfelagið FC Barcelona.
Cesc Fabregas hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at Arsenal hevði fyrstu optión upp á at keypa hann, men tók ikki av.
Altjóða keldir siga, at prísurin fyri spanska miðvallaran er á leið 250 milliónir krónur. Miðvallarin er í hesum døgum við spanska landsliðnum, sum fyrireikar seg til HM endaspælið í Brasil. Talan er um ein fimm ára sáttmála.
Tað ljóðar somuleiðis, at Chelsea eru í holt við at fáa Diego Costa í sín lut. Atletico Madrid framherjin er eisini við spanska landsliðnum í Brasil.