Celtic-venjari misnøgdur við USA

Venjarin hjá skotska felagnum Celtic er misnøgdur við ferðina hjá felagnum í USA. Orsøkin er, at ein venjingarlega í USA er ov hørð fyri spælararnar.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið við einum liði í USA sum fyrireiking til eina kapping, og eg vil helst sleppa undan at fara aftur. Tað er ein útmerkað ferð hjá teimum, sum ikki skulu spæla fótbólt, men fyri spælararnar er tað ov strævið, sigur Gordan Strachan.Fótbóltsferðir til USA geva góðar pengar, men sambært venjaranum er ein slík og krevjandi kropsliga.