Celtic-áskoðari doyði

Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið doyði ein Celtic-áskoðari undan seinnu áttandeilsfinaluni í Champions League ímillum AC Milan og Celtic.

Maðurin skuldi fara yvir um vegin í italska stórbýnum Milano, tá hann bleiv yvirkoyrdur av einum taxabili. Hetta sigur bretska konsulatið í Milano. Sum skilst, so var talan um ein 37 ára gamlan skota. Annars endaði fyrri dysturin millum Celtic og Milan 0-0, og tí er dysturin púra opin undan seinnu áttandeilsfinaluni.