Celtic missir av leiðsluni

Tað gongur einki hjá skotska felagnum Celtic í løtuni. Herfyri tapti felagið ímóti AaB í Champions League, og um vikuskiftið tapti Celtic ímóti Hibernian í skotsku landskappingini. Celtic spældi ímóti Hibernian, sum vann 2-0. Rangers vann sín dyst heili 7-1, og nú er leiðslan hjá Celtic í toppinum minka niður í fýra stig. Rangers er næstfremst.