Celine Dion

Fløguummæli

Eitt hoyra eitt lag við sangfulginum Celine Dion er heilt fantastisk.

Henda dygga røddin, hetta ótrúliga tamarhaldið, hennara teknikkur og klangur. All The Way ? A Decade Of Songs er eitt savn av hennara størstu hit-løgum ? at kalla øll skrúvaði saman eftir pompøsum og balladukendum leisti av knallgóðum komponistum. Ein perlurøð av hit-løgum. The Power Of Love. Beauty And The Beast. I?m Your Angel. Og ikki minst: My Heart Will Go On. Eitt fantastiskt lag, fantastiska vælsungið.

Her er eisini gott rásarúm til røddina hjá Celine. Á savnsfløguni spæla fleiri av heimsins stóru tónleikarum og produsarum. Alt hondverk er í topp. Fløgan er balsam fyri oyruni. Sjey nýggj løg eru eisini við á fløguni. Eitt nú syngur Celine lagið All The Way við Frank Sinatra, sála.

Soleiðis hevur Celine eisini stundum ferðast millum Melodi Grand Prix og Las Vegas á síni artistisku ferð. Við á ferðini hevur verið hennara maður og managari René, sum seinastu tíðini hevur stríðst móti krabbameini. Celine sær eisini sera kedd út á øll myndum og nevnir eisini innan í húsanum um teirra stríð. Kanska tí er "All The Way ? A Decade Of Songs" so still og døkk.

Aftan á ein tíma í balladulandi er musikalska marglæti líka við at gerast ov nógv av tí góða. Sansirnir dovna, tí onkursvegna tykist alt so upplagt.

Niðurstøða: Celine er best í smærri dosum.