Celerio – nýggjur minibilur frá Suzuki

Suzuki er komin á marknaðin við einum spildurnýggjum minibili, sum er designaður til evropeiska marknaðin. Talan er um Celerio, ið er ein hatchback við fimm hurðum

Suzuki er komin á marknaðin við einum spildurnýggjum minibili, sum er designaður til evropeiska marknaðin. Talan er um Celerio, ið er ein hatchback við fimm hurðum

 

Suzuki eru kendir fyri at duga væl at gera slitsterkar og álítandi bilar. Her er Celerio einki undantak. Talan er um ein bil við 5 sitiplássum og fimm hurðum sum standard.

 

Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku. Viðførisrúmið er 254 litrar.

 

Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. Suzuki Celerio er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard. Instrumentborðið er einfalt og smart og girstongin situr væl fyri. Kabinan er flott og væl útgjørd.

 

Í mun til aðrar minibilar í sínum klassa er nýggi Celerio bæði hægri, breiðari og munandi rúmligari. Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin. 

 

Celerio er sera økonomiskur við Dualjet bensinmotori, sum koyrir heilt upp til 27,8 km/l og CO2 útlátið er einans 84 gr/pr.km, sum má sigast at vera flott. Orsøkin er Dualjet skipanin, sum er nýggjasta økonomi tøknin hjá Suzuki.