Klaksvíkingar spíla seg út, tá fremmandu ferðamannaskipini koma á vitjan. Tá Ocean Princess, ið hevur føroyskan skipara, var á vitjan fyri kortum var nógv gjørt burturúr, og soleiðis er aftur, nú Celebrety Eclipse vitjar.
Tilboðini til gestirnar eru mong. Millum annað er skipað fyri sølutorgi við heimavirkaðum lutum, tónleikur er á skránni, og gestirnir kunnu keypa fiskasuppu, fara á kafé ella til handil.
Fyrireikararnir hava eisini fingið skjóttgangandi bátin Scorpion at sigla stuttleikatúrar, og so sigla Dragin og Alfa Pilot eisini túrar undir fuglabjørgunum og undir Enniberg. Tey, sum hava áhuga fyri slíkum, kunnu eisini fara túr runt í Klaksvík við ferðaleiðara, ella fara við hýruvogni út um Klaksvík.
Celebrity Eclipse er stórt skip, og 2.963 ferðafólk og 1.200 starvsfólk eru við á ferðini.
Fyri at vísa teimum veg, hava fyrireikararnir latið ungfólk í reyðar jakkar, og teirra uppgáva er at virka sum livandi skelti í býnum.