Christian F. Andreassen, forseti í FSF, vónar, at tað nú verður friður í UEFA, eftir at Aleksander Ceferin varð valdur til forseta við stórum meiriluta.
Føroyska fótbóltssambandið atkvøddi fyri hollendinginum Michael van Praag, men við Rás 2 sigur Christian F. Andreasen, at FSF væl kann liva við Aleksander Ceferin sum forseta, og hann vónar, at tað verður ein broyting, sum verður til tað betra.
Í samrøðuni við Rás 2 sigur forsetin í FSF seg eisini undra seg yvir, at eitt óskrivað blað sum Aleksander Ceferin kann vinna ein slíkan knúsandi sigur á forsetavalinum.
Føroyar og Ísland stuðlaðu Michael van Praag, meðan hini norðurlondini stuðlaðu Aleksander Ceferin, og forsetin í FSF heldur, at orsøkin møguliga er, at tey ynsktu at vera í vinnandi partinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rás 2.










