Cecilie: Visti ikki at tað er so dýrt í Havn

Upp undir vikuskiftið postaði 18 ára gamla Cecilie Østerø Grøne í Hirtshals eini heldur øðrvísi boð á Facebook, har hann greiddi frá, at hon ætlaði sær til Føroya í august og ynskt at fáa eitt kamar í Havn. Hon er hálv føroysk, og nú vil hon sleppa at uppliva Føroyar í óasetta tíð.

- Føroyar, hjálp mær at koma avstað. Hjálpir tú mær at fáa tak yvir høvdið, bjóði eg tær heimsins bestu dreymakaku og gott kaffi, skrivaði Cecilie í yvirskriftini.

Boðini hjá Cecilie fóru sera víða. Yvir trý túsund fólk deildu postin á Facebook, og in.fo umrøddi eisini lýsingina hjá Cecilie. Um vikuskiftið hevur Cecilie fingið fleiri tilboð um kamar í Havn.

- Mín Facebook-postur hevur hjálpt mær, tí eg havi fingið fleiri kømur í boði, og eg umhugsi at taka av tí eina, sigur hon.

Hon hevur eisini lært nakað seinastu dagarnar.

- Eg havi um vikuskiftið funnið út, hvussu dýrt tað er í Havn, so eg skal í øllum førum finna mær eitt arbeiði í Føroyum, sigur Cecilie Østerø Grøne.

Her kunnu upprunaligu boðini hjá Cecilie Østerø Grøne lesast.