Cecilia Eysturdal úr Ægir vann í dag silvur á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing, sum er í Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi. Hetta á 10 kilometra teininum sum hon gjøgnumførdi uppá 2 tímar, 21 minuttir og 59 sekund.
Svenska Ellen Olsson vann rættiliga greitt við tíðini 2 tímar, 12 minuttir og 4 sekund, og aftanfyri hana var tað so tættari millum Ceciliu og finska bronsuvinnaran Benita Haikola sum svam 2:23.11, og Sofiu Heimsten úr Svøríki sum svam 2:25.36.
Cecilia luttók eisini á 5 kilometra teininum í gjárkvøldið, har hon við tíðini 1:08.35 megnaði at svimja seg til eitt fjórðapláss, aftanfyri Ellen Olsson á 1:06.07, og finsku Anniinu Ala-Seppälä og Lauru Lajunen á 1:06.53 og 1:06.56.
Danski landsliðsvenjarin Mads Claussen heilsar úr Finnlandi, at Cecilia væl hevði kunnað vunnið heiðursmerki eisini í gjár, um hon hevði lagt eitt sindur harðari út. 'Tann feilin gjørdi hon so ikki í dag'.