Cecilia Jacobsen fer í næstum at traðka fram og greiða frá sínari søgu, sum er merkt av, at hon er transseksuel. Hetta verður til ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, tann 8. noevmber, har hon greiðir frá sínum uppvøkstri við happing, vaksnum sum ikki dámdu hana og børnum, sum ikki skiltu hana o.s.fr.
– Eg havi aldrin lagt lok á hvør eg eri og eg havi ongantíð roynt at krógva mín samleika. Fólk hildu altíð at eg var ein lítil genta, men tá tey so funnu útav at eg ikki var, føldi eg hvussu tey stygdust burt av mær. Tað var ikki lætt at føla, sum barn, sigur Cecilia Jacobsen.
Soleiðis sigur Ceciliga Jacobsen í samrøðu í sendingini 25 minuttir í Kringvarpinum.
Cecilia Jacobsen er lifecoach, og tað er tað sum fyrilesturin í Norðurlandahúsinum í høvuðsheitinum gongur út uppá. Hon fer at nýta høvið at greiða frá sínum uppvøkstri og vísa á, at hóast mótgongd, kann man vera glaður.
Um uppvøksturin og kynsbúningina sigur Cecilia Jacobsen í samrøðuni, at tað føldist sum ein autoimmun sjúka, sum um kroppurin leyp á seg sjálvan.
- Tá eg hugdi í speglið, hataði eg at síggja, hvussu eg sá út, og tað gjørdist bara verri fyri hvønn dag, sigur hon.
Tá Cecilia Jacobsen, sum nú er 28 ár, fekk skurðviðgerð sum 21 ára gomul lætnaði alt.
- Eg kláraði ikki at síggja meg sjálvan naknan áðrenn eg fekk skurðviðgerina. Skurðviðgerin hevði allan týdningin, eg hevði nokk ikki verið á lívi nú um eg ikki fekk skurðviðgerina. Eg sá tað sum ein útviklingsfeilur, eg veit at nógv klára ikki at hoyra tað, men soleiðis føldi eg tað, sigur hon.
– Eg eri ein kvinna, og eg kalli ikki meg sjálvan tvørkynda ella transeksuella, sigur Cecilia Jacobsen. Eg haldi at tey orðini hava nógv neiligt tengt at sær, sum um eg ikki eri tað eg eri, og eg eri ein kvinna uppá allar mátar.
– Tá tað kemur til happing noyðist tú at gera tínar egnu meiningar um teg sjálvan, tí tað eru tær sum eru mest umráðandi haldi eg, leggur Cecilia Jacobsen afturat í samrøðuni.