Cech undir skurð

Chelsea málverjin Petr Cech, ið varð borin av vøllinum uttan vit, eftir at Reading-leikarin Stephen Hunt hevði rakt hann í høvdið við knænum, hevur verið undir skurði.
Cech varð fluttur av vøllinum og beint á sjúkrahús. Hann varð leygarkvøldið fluttur á Radcliffe Infirmary í Oxford á serligu neurologisku deildina. Hann er nú skurðviðgjørdur fyri skallabrot og skurðviðgerðin gekk væl. Tó er ov tíðliga at meta um hvussu álvarslig støðan er.
Hin Chelsea málverjin Carlo Gudcini, ið somuleiðis varð fluttur av vøllinum við skaða í høvdinum, var útskrivaður av sjúkrahúsinum í gjárkvøldið, tó er enn einki komið fram um, hvussu álvarsligur hansara skaði er.