Cech skiftir felag

Tað tykist nærum vist, hvar Petr Cech spælir komandi kappingarár

Í longri tíð hevur ljóðað, at Chelsea málverjin, Petr Cech, fer at spæla í einum øðrum felagið eftir summarsteðgin.

 

Feløg sum Manchester United, Paris Saint Germain og Arsenal hava øll ligið framvið eftir kekkiska málverjanum, og nú tykist ein avgerð at vera follin.

 

Enskir miðlar skrivar í dag, at tað eru arvafíggindarnir úr Arsenal, sum hava tryggjað sær málverjan frá Chelsea. Arsenal rindar áleið 115 milliónir krónur fyri kekkiska málverjan.

 

Petr Cech, ið er 33 ára gamal, hevur áður umboðað Chmel Blsany og Sparta Prag úr Kekkia,  Rennes í Fraklandi og Chelsea í Onglandi.

Hann hevur harafturat spælt 114 landsdystir fyri Kekkia.