Cech ársins spælari í Kekkia

Málmaðurin hjá Chelsea og kekkiska landsliðnum, Petr Cech, bleiv í gjárkvøldið kosin til ársins spælara í Kekkia triðja árið á rað.

Tað eru ítróttarjournalistar í Kekkia, sum standa aftan fyri valið av ársins leikara, og valið er grundað á góða spælið hjá Cech síðsta árið. 25 ára gamli málmaðurin, sum hevur spælt 52 landsdystir fyri Kekkia, vann atkvøðugreiðsluna framman fyri Tomas Rosicky hjá Arsenal og Marek Jankulovcki hjá AC Milan.