Chelsea-málverjin, Petr Cech, var alt annað enn nøgdur um, at hann fekk reytt kort, tá Chelsea heldur óvæntað tapti 3-1 móti Wigan leygardagin. Cech varð rikin av vølli, tá dómarin bríkslaði fyri bortssparki, sum Wigan skoraði til 2-1 uppá, og hetta var málverjin alt annað enn nøgdur um. – Brotssparkið var sera hart dømt, og eg varð bilsin um at fáa reytt kort, tí eg var ikki seinasti maðurin, skrivar Cech á heimasíðu sínari.