Cech hevur í eina tíð spælt við einum hjálmi, eftir at hann var so illa skaddur í einum dysti í síðsta kappingarári. Í alt ár hava vit hyggjarar so vant okkum við hendan svarta hjálmin hjá stinna kekkiska málverjanum. Nú er sannlíkt, at Cech aftur verður at síggja, men hesaferð, og kanska í eina tíð framyvir, við nýggjum hjálmi. Orsøkin til nýggja hjálmin, er nýggjasti skaðin hjá Cech, ið var so óheppin at fáa ein ordans uppá kjaftin, tá hann brast saman við Tal Ben Haim, undir einari venjing hjá Chelsea. Cech fekk heili 50 pentur í andlitið, men sum sagt, so verður hann møguliga í eldinum aftur í kvøld, við einari masku áfestari hjálminum. Spurningurin er kanska, um ikki hann skuldi heilgardera seg við at tikið ein hjálm, ið verður nýttur av íshockeymálverjum.