51 dagar eru til flytingarvindeyga letur upp í Premier League, men tað heldur ikki søgunum aftur.
Framúrskarandi málverjin hjá Manchester United, David ge Gea hevur framvegis ikki longt við felagið, Hetta setur United í eina tvístøðu. Skulu teir selja unga, evnaríka málverjan nú, og vinna pening uppá hann, ella skulu teir risikera, at hann fer til spanskan fótbólt fyri ongan pening, summarið í 2016?
Hugo Lloris, málverji hjá Tottenham hevur verið nevndur, sum ein avloysari fyri David de Gea, men Tottenham krevur nógvan pening fyri Lloris. Tottenham ætlar at krevja eina upphædd fyri Lloris, sum svar til umleið 310 miljónir krónur í okkara peningi.
Í vikuskiftinum segði Jamie Redknapp á SkySports, at tað er rættiliga sannlíkt, at tað verður kekkiska málmanslegendan hjá Chelsea, Petr Cech, sum verður fyrsti málverji hjá Manchester United komandi kappingarár. Belgiski Thibaut Courtais stendur somikið væl í Chelsea-málinum, at ikki er sannlíkt, at Petr Cech fær nógva spælitíð í Chelsea komandi kappingarár heldur.
Eitt talar tó ímóti pástandinum hjá Jamie Redknapp, og tað er, at høvuðsvenjarin hjá Chelsea, José Mourinho ikki skal verða sinnaður at lata besta eykamálverjan í Premier League, Petr Cech frá sær.











