Sosialdemokratiski flokkurin SPD og Tey Grønu vunnu landspartavalið í Nordrhein-Westfalen í Týsklandi í dag. Harafturímóti var valið ein vanlukka fyri tann konservativa flokkin CDU hjá Angelu Merkel, kanslara, og tað kann vera ein ávaring um, at hon kann tapa valið til samveldistingið, sum verður næsta ár.
Ein spurnarkanning, sum varð gjørd, beint eftir at valhølini lótu aftur, vísti, at SPD hevði fingið 39 prosent av atkvøðunum og Tey Grønu 12 prosent. Harafturímóti fekk CDU bara 26 prosent, og hetta er tað ringasta valið hjá flokkinum í Nordrhein-Westfalen síðani seinna heimsbardaga.
Alt bendir nú á, at SPD og Tey Grønu fáa rættiliga tryggan meiriluta til at stýra Nordhrein-Westfalen tað næsta valskeiðið, skrivar AFP.










