? Vit gjørdu tað, vit kundu, men tað var tíverri ikki nóg mikið.
Tað vóru orðini, sum forkvinnan í CD, Mimi Jacobsen, hevði at bera sínum fólki eftir fólkatingsvalið týskvøldið.
CD vann sær ikki umboðan í fólkatinginum, og tað fekk forkvinnuna at boða frá, at hon gevst sum leiðari fyri flokkin.
? Vit vóru fyrireikað til, at vit ikki fóru at fáa umboðan í fólkatinginum, tí veljarakanningarnar vístu tað, sigur Ása Sivertsen, sum var annað av tveimum føroyskum valevnum hjá CD til fólkatingsvalið.
Hitt valevnið var Martin K. Mouritsen, og tey stillaðu bæði upp í høvuðsstaðarøkinum.
? Ætlanin er ikki, at flokkurin skal niðurleggjast nú, men tað verður roynt aftur næstu ferð, og flokkurin skal aftur savna undirskriftir fyri at kunna stilla upp, sigur Ása Sivertsen.
Ása fekk 17
Ása Sivertsen stillaði upp á listanum hjá CD í Københavns Amt, og hon var spískandidatur í Lyngby-økinum. Samanlagt fekk Ása 17 atkvøður.
Ása var uppstillað í øllum økjunum hjá CD í Københavns Amt, men í Lyngby stóð hon ovast á listanum hjá CD. Mannagongdin í Danmark er tann, at flokkarnir sjálvir gera av, hvør skal standa ovast á sínum list í hvørjum øki, og í hesum liggur eitt signal til veljararnar um, hvør flokkurin satsar upp á í tí økinum.
? Hetta var fyrstu ferð, at eg stillaði upp til fólkatingsvalið, og eg ætli mær ikki at stilla upp aftur, tað eri eg ov gomul til. Eg haldi, at yngri kreftir skulu sleppa fram at, men tað var nú stuttligt at royna hetta, sigur Ása Sivertsen.
Martin fekk 30
Martin Karbech Mouritsen royndi seg í einum øðrum valøki í høvuðsstaðarøkinum, og hann fekk 30 atkvøður samanlagt.
? Eg hevði ikki roknað við tí stóra, og eg vitsti frammanundan, at tað er sera trupult at fáa atkvøður, um tú ikki ert kendur, sigur Martin K. Mouritsen.
Veljararnir seta ofta krossin hjá sær við flokkin heldur enn valevnini, um tað ikki eru kend fólk á listanum, og soleiðis var eisini í økinum, har Martin var spísskandidatur. Har fingu valevnini á listanum bara fimm prosent av teimum 250 atkvøðunum, sum flokkurin fekk, og tí var ikki nógv at býtast um.
? Eg hevði vónað at fingið nakrar fleiri atkvøður, men tað skuldi ikki verða. Eg eri eina uppliving ríkari, og tað hevur verið áhugavert at verið partur av valstríðnum, sigur Martin K. Mouritsen, sum hevur brúkt einar 10.000 krónur til at føra seg fram undan valinum.
? Flokkurin fekk eitt knock-out týskvøldið, og hetta valið vísir bara, hvussu trupult tað er at koma afturíaftur, um tú fyrst er farin út úr fólkatinginum.
Tað næsta verður kommunuvalið
Samstundis sum Mimi Jacobsen takkaði sínum fólki fyri valstríðið og fyri seg, gjørdi hon greitt, at CD heldur fram at stríðast fyri sínum politisku málum.
? Úrslitið hesaferð merkir avgjørt ikki, at vit gevast á hondum, segði Mimi Jacobsen.
? Vit ætla okkum at stríðast fyri teimum grundleggjandi virðunum og meiningunum, sum okkara flokkur byggir á. Vit fara at vera við í tí politiska kjakinum, og vit vilja arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum.
? Tað næsta verður kommunuvalið, har vit fara at stilla okkara bestu fólk upp og arbeiða fyri okkara kjarnumálum. Hetta eru mál, sum í lokalum samanhangi, gerast enn meira sjónlig, sigur Mimi Jacobsen á heimasíðuni hjá CD.