Cavling til "Blekingegadebanden"

Journalisturin og høvundurin Peter Øvig Knudsen fær í dag handað Cavling-virðislønina fyri bókaverk sítt um Blekingegadebanden


Í grundgevingini fyri at lata Peter Øvig Knudsen høgt mettu journalistvirðislønina verður millum annað sagt soleiðis:

- Í eini tíð, har yvirgangur javnan er á breddanum, gevur Øvig Knudsen eitt fjøltáttað, trúverdugt og týðandi íkast til at skilja tær mekanismur, sum elva til politiskan kriminalitet. 



Serstakt innlit

Sambært Cavling-nevndini eru tær báðar bøkurnar um Blekingegadebanden merktar av journalistiskum yvirliti og neyvleika. Við klassiskum, kannandi journalistikki, sakligum skrivistíli og gjøgnumskygdum keldutilfari gevur høvundurin lesaranum eitt serstakt innlit í virksemið á danska vinstravonginum í 1960’unum fram til 80’ini. Hartil vísir nevndin á, at Blekingegadebanden er ein væl søgd nútíðarsøga, sum vísir, hvussu langt ein bólkur av persónum er sinnaður at fara fyri at náa einum politiskum máli.

Bøkurnar um Blekingegadebanden hava ligið ovast á donsku metsølulistunum seinastu mánaðirnar. 



Fremsti heiður

Árliga Cavling-virðislønin verður latin journalisti, sum í serligan mun hevur sýnt áræði og evni í farna árinum. Virðislønin, ið er fremsta danski journalistheiðu, er á 20.000 kr. Hartil fær vinnarin eina lítla standmynd av Henrik Cavling, ið stovnaði keypmannahavnar journalistfelag í 1904.

Virðislønin verður handað Øvig Knudsen í dag kl. 15.00 í Journalisternes Hus í Keypmannahavn. Anders Fogh Rasmussen, forsetismálaráðharri, ið varðar av fjølmiðlunum, hevur boðað frá luttøku til handanina.