Paris Saint Germain tryggjaði sær eitt hampiligt útgangsstøði til víðari luttøku í Champions League, tá felagið í kvøld vann fyrra dystin í 1/16 finaluni móti ensku meistarunum Chelsea.
Talan er um tvey lið, ið kenna hvørt annað val frá undanfarnu árum. Hetta er nevniliga annað árið á rað, at høvuðsstaðarfeløgini møtast í endaspælinum í Champions League.
Báðar ferðirnar hevur tað verið tað liðið, ið hevur skorað flest mál á útivølli, ið er komi víðari í endaspælinum. Fyrst Chelsea, tá liðini hittust í fjórðingsfinaluni í 2014, og síðani PSG, tá liðini hittust í fjórðingsfinaluni í fjør.
Tað var tó alt gloymt í kvøld, tá liðini enn einaferð brustu saman.
Paris Saint Germain byrjaði betri, tá svenska legendan Zlatan Ibrahimovic skeyt bóltin í mál frá einum frísparki. Á veg móti málinum rakti bólturin Chelsea leikaran John Obi Mikel, og fangaði harvið Chelsea málverjan, Thibaut Courtois, á skeiva beininum.
John Obi Mikel gjørdi tó sítt fyri at rætta upp á sín óhepna leiklut, tá hann seks minuttir aftaná, beint áðrenn hálvleikssteðgin, javnaði til 1-1 aftaná eitt hornaspark.
1-1 í hálvleikinum og leingi tyktist, at tað fór at vera endaliga støðan, men í 73. minutti framdi PSG venjarin eitt býti, ið broytti dystin.
Áleyparin Edinson Cavani avloysti Lucas fyri heimaliðið í 73. minutti og fimm minuttir aftaná setti hann bóltin trygt í netið, aftaná eitt upplegg frá Angel di Maria, til støðuna 2-1.
Tað vísti seg eisini at gerast sigursmálið, og PSG vann harvið fyrra dystin millum liðini 2-1.
Í hinum Champions League dystinum í kvøld vann Benfica 1-0 á Zenit st. Petersburg. Sigursmálið kom í yvirtíðini tá áleyparin Jonas skoraði stutt aftaná, at Zenit leikarin Domenico Criscito varð vístur av vøllinum.

Cavani. Mynd: Polfoto
Cavani tryggjaði PSG fyrimunin

Cavani. Mynd: Polfoto

Cavani. Mynd: Polfoto

Cavani. Mynd: Polfoto

Cavani. Mynd: Polfoto

Cavani. Mynd: Polfoto

Cavani. Mynd: Polfoto