Fidel Castro varð í gjár valdur í kubanska tjóðartingið, men spurningurin er, um hann fer at halda fram sum leiðari Kubanar valdu í gjár 614 umboð í tjóðartingið, og Fidel Castro varð afturvaldur í sínum valdømi við nógvum atkvøðum.
Tann stóri spurningurin er, hvussu verður við tí gamla leiðaranum. Heldur hann fram sum stjórnarleiðari, ella eru politiskar broytingar á veg í Kuba?
Tað nývalda tingið skal nú gera av, hvørt Fidel Castro skal halda fram sum forseti ella ikki. Eygleiðarar siga, at fyri fyrstu ferð í 49 ár er ein veruligur møguleiki fyri, at Castro má gera vart við seg, skal hann halda fram.