Kubanski forsetin, Fidel Castro, heldur uppá, at hann eigur einki, men sambært amerikanska tíðarritinum Forbes er tað minni enn so allur sannleikin.
Tvørturímóti hevur tíðarritið sett kubanska forsetan á listan yvir heimsins ríkastu fólk, tí sambært Forbes eigur hann pengar og onnur virði fyri 5,3 milliardir kónur.Er hetta eftirfarandi, hevur tað seinasta árið roynst Castro sera væl, tí fyri einum ári síðani segði Forbes, at Castro átti góðar tríggjar milliardir krónur.
Castro kemur kortini ikki upp á knøini á heimsins ríkasta manni, saudiarabiska konginum Abdullah. Sambært yvirlitinum hjá Forbes eigur hann pengar og virðir fyri einar 125 milliardir krónur.