Castro og Chavez skriva bók

Um stutta tíð fara Fidel Castro og Hugo Chavez at leggja seinastu hond á eina bók, sum teir báðir eru í ferð við at skriva. Tað verður kortini ikki sagt, hvat fyrrverandi kubanski leiðarin og forsetin í Venesuela skriva um.

Í meiri enn tveir mánaðir hevur umheimurin ikki hoyrt eitt orð um Castro, og fleiri hava gitt, at hann mundi liva illa. Men keldurnar, sum bera tíðindini um ta nýggju bókina, siga, at Castro er íðin um rithøvundur, og at hann er birgur.

Eins og Castro hevur Chavez havt trupulleikar við heilsuni, og hann hevur fleiri ferðir verið í Kuba til viðgerðar. Hann hevur tó boðað frá, at hann stillar uppaftur til forseta.