Tað siga spanskir læknar, sum hava viðgjørt tann 80 ára gamla leiðaran. Fidel Castro varð fyrstu ferð lagdur undir skurð tann 31. juli í fjør, og síðani hevur hann bara víst seg alment einaferð. Tað var tann 1. oktober, tá hann royndi at sannføra kubanska fólkið um, at hann hevði tað betri. Síðani hevur hann ikki víst seg.
Nú skrivar spanska blaðið El País frá læknum á einum sjúkrahúsi í Madrid, at Castro livir illa. Blaðið veit at siga, at Castro hevur fingið tvær skurðviðgerðir í tjúkktarminum teir seinastu mánaðarnar, men at hann fekk bruna aftaná. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá keldum á sjúkrahúsinum, har skurðlæknin José Garcia Sabrido arbeiðir. Fyri einum mánað síðani var hann í Kuba og kannaði Castro.
Sambært keldunum á sjúkrahúsinum er støðan hjá Gastro álvarssom, og útlitin, fyri at hann skal koma seg aftur, eru vánalig, skrivar El País. Keldurnar siga blaðnum, at tað eru 80 prosent sannlíkindi fyri, at tann gamli leiðarin doyr av sjúkuni, sum hann hevur.
Miseydnaðar viðgerðir
Eftir tí, sum spanska blaðið hevur fingið at vita, fekk Castro bruna í tjúkktarmin seinasta vár. Hann varð lagdur undir skurð, og læknarnir kendu seg noyddar at skera ein fjórðing burtur av tjúkktarminum og endatarminum. Samstundis royndu læknarnir at leggja eitt samband ímillum tjúkktarmin og endatarmin, men tann skurðviðgerðin miseydnaðist. Tí noyddist Castro enn eina ferð á skurðborðið, so læknarnir kundu taka allan tjúkktarmin. Men tann viðgerðin miseydnaðist eisini og hevði við sær, at bruni kom í.
Stutt eftir fekk Castro bruna í gallið. Enn eina ferð varð hann lagdur undir skurð. Hon miseydnaðist í fyrsta umfari, men í øðrum umfari fingu læknarnir hjálp úr Spania, og tá eydnaðist viðgerðin, skrivar El País.
Kubansku myndugleikarnir hava ikki grett orð um støðuna hjá Castro. Teir hava sagt, at stjórnin skuldi koma við einari lýsing av støðuni. Hon er ikki komin enn, og myndugleikarnir hava heldur ikki gjørt viðmerkingar til greinina í spanska blaðnum.
Ikki krabbamein
Ein diplomatur, sum var hjástaddur, tá nývaldi forsetin í Ekvador bleiv tikin í eið í gjár, skal hava sagt, at Fidel Castro varð fluttur á skurðdeildina á einum sjúkrahúsi í Havana heilar sjey ferðir í síðsta mánað. Sambært diplomatinum vildi skurðurin frá teirri seinastu viðgerðini ikki grógva aftur.
Diplomaturin, sum er úr einum landi, ið hevur gott samband við Kuba, skal hinvegin hava avsannað leysasøgur um, at Castro hevur krabbamein, soleiðis sum amerikanskar keldur vilja vera við. Fyri nøkrum mánaðum síðani segði John Negroponte, at kubanski leiðarin hevði krabbamein, og at hann hevði bara nakrar dagar ella nakrar mánaðir eftir.
Spanski læknin, sum var í Havana og viðgjørdi Castro í síðsta mánað, hevur eisini avsannað, at tann gamli hevur krabbamein. Læknin legði tá afturat, at Castro kundi væl koma fyri seg og taka við landsins leiðslu aftur.
Elsti sonur Castro, Fidel Castro Diaz-Balart, segði við tíðindafólk í Kili um vikuskiftið, at pápin hevur tað betri nú, og hann segði seg vera sannførdan um, at tann gamli leiðarin fór at koma fyri seg.
Síðani Fidel Castro gjørdist sjúkur, hevur bróður hansara, Eaúl Castro, røkt leiðarastarvið. Hann er frammanundan varaforseti og verjumálaráðharri.