Castro ikki álit á kommunismuni longur

Tann gamla kollveltingarhetjan í Kuba, Fidel Castro, heldur ikki, at kommunisman er tann rætta stýrisskipanin fyri Kuba longur. Samstundis verjir hann jødarnar og hartar iranska forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, fyri at avnokta jødatýningina.

Tað kemur fram í einari samrøðu í tíðarritinum Atlantic Monthly.

Spurdur, um tann kubanska útgávan av sovjetkommunismuni er verd at breiða til onnur lond, svarar Castro, at tann kubanska útgávan virkar ikki longur, heldur ikki í Kuba sjálvum.

Kuba-serfrøðingurin Julia Sweig, sum hevur arbeitt hjá kubanska stýrinum í meiri enn 20 ár, heldur ikki, at Castro hevur mist álitið á sjálvum hugsjónargrundarlagnum aftan fyri kollveltingina, men at orðalag hansara heldur skal skiljast so, at eftir hansara tykki hevur tað almenna ein ov stóran leiklut í landsins búskapi.