Fidel Castro verður ikki á atkvøðuseðlinum, tá tjóðartingsval verður í Kuba 20. januar Síðani 1960 hevur Fidel Castro verið formaður í kubanska stjórnarráðnum og harvið landsins politiski leiðari, men hetta skeiðið er hansara seinasta.
Fyrrakvøldið varð tjóðartingsval útskrivað, og samstundis varð fráboðað, at Fidel Castro stillar ikki upp til valið, sum verður tann 20. januar. Einans tjóðartingslimir kunnu veljast í stjórnarráðið, og tí er greitt, at tann 81 ára gamli leiðarin verður ikki í tí næsta ráðnum.
Fidel Castro hevur havt vánaliga heilsu hetta seinasta árið, og tí røkir bróðir hansara, tann 76 ára gamli Raúl Castro, forsetaembætið.