Almenna valnevndin í Kuba kunngjørdi í morgun, at brøðurnir Fidel og Raúl Castro eru afturvaldir í tjóðartingið. Sambært nevndini var eingin ivi um úrslitið, tí teir báðir fingu ávikavist 99,3 og 99,4 prosent av atkvøðunum í sínum valdømum. Tann stóri spurningurin er nú, hvør teirra verður valdur til forseta, tá tingið fer at velja í næsta mánaði. Raúl hevur røkt forsetaembætið síðani juli í 2006, tí Fidel hevur verið sjúkur, men nú sigst hann vera komin fyri seg aftur.