Cascada skal framføra í Klaksvík

Týska Cascada skal á pall í Klaksvík, tá DJ Festivalurin verður í KÍ-høllini í mai komandi ár.

 

Tað boðar DJ Festivalurin frá.

 

Hon er ein av teimum fremstu á sínum øki og hevur verið á konsertferð kring allan heimin fleiri ferðir.

 

DJ’arar koma eisini úr Danmark at diska. DJ Empire er millum teirra.

 

DJ Festivalurin verður 17. og 18. mai í 2013.