Hesar seinastu dagarnar hava menn arbeitt dúgliga í fyrrverandi náttklubbanum Casablanca. Hølini verða umbygd, tí náttklubbin skal nú gerast til tónleikakafé og matstovu í einum. Gamla navnið Casablanca Nightclub verður nú broytt til Casablanca music café.
Mouldi Manai, eigari av Casablanca, sigur, at ætlanin er, at umbyggingin verður liðug einaferð fyrst í mai mánaði. Enn er dagurin, tá latið verður upp, ikki fastlagdur. Mouldi væntar eisini, at tey fara at skipa fyri onkrum serligum, tá nýggja tónleikakaffistovan letur hurðarnar upp á fyrsta sinni.
Nýggja Casablanca fer at hava opið hvønn gerandisdag frá klokkan 11 á morgni til á midnátt. Í vikuskiftinum verður opið heilt til klokkan fýra um náttina.
Stórt úrval
Í bygninginum í Tórsgøtu hevur Mouldi havt trý ymisk støð, har fólk kunnu koma at stytta sær stundir ella fáa sær ein góðan bita og okkurt svalandi at drekka. Matstovan Rio Bravo hevur fleiri ár á baki, meðan Casablanca og pubbin Manhattan eru komin afturat seinni.
Mouldi sigur, at hann hevur lagt seg eftir at kunna hava eitt stórt úrval og fleiri valmøguleikar at vísa á, tá fólk koma á gátt hjá honum.
? Tá fólk velja at koma her, skulu øll hava ein møguleika at hugna sær onkursvegna, sigur Mouldi Manai, ið samstundis vísir á, at um fólki ikki dámar at vera í einum staði, so ber altíð til at fara víðari til tað næsta.
Hugskotið er, at fólk kunnu ferðast ímillum tey ymisku støðini, sum tó eru undir somu lon.
Tí verður skipað soleiðis fyri, at trappur eru ímillum Casablanca, Manhattan og Rio Bravo. Soleiðis kunnu fólk fara úr einum staði í eitt annað uttan at fara útum fyrst.
Tað verður ikki sama slag av mati, ið borðreitt við verður í Casablanca og í matstovuni Rio Bravo. Í Casablanca verður alt annað enn kjøtrættir serverað. Tað er sostatt ein lættari matarskrá, sum verður at fáa í Casablanca enn í Rio Bravo.
Tað er eisini ein lættari og frískari stílur, sum kann upplivast í Casablanca. Mouldi sigur, at tey fara at bjóða fólki livandi tónleik, men tó verður eisini diskotekstónleikur framhaldandi at hoyra.
Casablanca fer við hesum nýggja átakinum at dyrgja eftir einum meira tilkomnum kundaskara, men tó leggur eigarin dent á, at øll eru vælkomin. Mouldi vil fegin hava gestir, ið virða tað arbeiði, sum liggur aftanfyri.
Skiftandi tíðir
Um orsøkina til, at Casablanca nú fær nýggjan ham, sigur Mouldi, at tíðirnar broytast, og tað krevur endurnýggjan av og á. Hann vísir á, at fyri framman stendur ein oljuvinna og ferðavinnan vindur meira uppá seg. Tí hevur hann góðar vónir til nýggja Casablanca.
? Vit hava upparbeitt eitt andlit úteftir í Føroyum og hesum arbeiða vit nú víðari við, sigur Mouldi Manai.
Mouldi greiðir víðari frá, at hann uttanlanda javnan hevur sæð tónleikakafé og matstovu í einum. Hetta dámdi honum avbera væl, og tí vil hann eisini royna tað her í Føroyum.
Tað er fyrstu ferð, at nakar roynir at samansjóva hesi bæði í Føroyum, og tí er tað eitt spennandi tiltak.