Spurnartekin hevur verið sett við framtíðina hjá Ricardo Carvalho í enska felagnum Chelsea, men nú ger han sjálvur enda á øllum gitingunum um, at hann skal skifta felag í januar mánaði.
- Eg hugsi als ikki um at fara úr Chelsea, men heldur um hvussu eg kann menna meg sum spælari, sigur Carvalho, sum hevur sáttmála við Chelsea fram til 2012.
Orsøkin til, at Carvalho skuldi hava hug at skifta felag var, at venjarin Jose Mourinho gavst í felagnum herfyri.