Carter vil savna allar baptistarnar

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter kallaði fyrr í mánaðinum inn til ráðstevnu, hvørs arbeiði frameftir verður at finna eitt felags stev fyri teir umleið 20 milliónir baptistarnar í USA.

Við á ráðstevnuni í Atlanta vóru í alt 15.000 baptistar úr øllum USA møttir.

- Eg havi sæð nógv oyðileggjandi og óynskt hjáárin í kristna heiminum, tí so nógv av okkum liggja í almennum stríði við aðrar bólkar um ymisk evni.

- Hetta var nakað av tí, sum Paulus og Pætur í “teirri fyrstu kirkjuni” máttu fáa skil á – og tað arbeiðið heldur fram í dag, segði Carter í eini samrøðu við Atlanta-blaðið Constitution.

83 ára gamli Jimmy Carter varð valdur til forseta fyri Demokratiska flokkin í 1977 og sat eitt skeið, fram til 1981.


Innanhýsis ósemja

Ráðstevnan, har ein ynskti at skapa eina nýggja eind og alliansu, varð av fleiri fjølmiðlum skýrd sum slóðbrótandi, skrivar danska vikublaðið Udfordringen.

Ætlanin er nú at fara undir eitt størri samstarv um sosialar trupulleikar, sum til dømis stríðið móti fátækradømi og at eggja fólki at fara út í missiónsarbeiði.

Júst á missiónsøkinum metir fyrrverandi amerikanski forsetin, at baptistarnir við teirra innanhýsis stríði hava svikið.

- Eg haldi, at spjaðingin er tað mest oyðandi og ólagaliga elementið, og sum aftur hevur gjørt effektivitetin til missiónsarbeiði munandi veikari í kirkjuni, slær hann fast.

Tað eru kortini ikki allar baptist-rørslurnar í USA, sum eru eins fegnar um nýggja framtakið. Leiðarar í Southern Baptist Convention, sum er størsta protestantiska kirkjusamfelagið í USA, valdu ikki at senda umboð á ráðstevnuna.

Sambært The Christian Post verður funnist at tiltakinum, tí mett verður at politiskar undirtónar liggja sum grund fyri tí, eins og nevnt verður samanfallið við undanvalini til forsetaembætið og virknu luttøkuna hjá Bill Clinton og Al Gore á ráðstevnuni. 





Ein góð byrjan

Hóast ósemjuna, var líkt til at teir 15.000 luttakararnir høvdu fingið væl burtur úr og gleddu seg til næsta stig á leiðini.

- Henda ráðstevnan var góð, men hon kundi verðið enn betri. Hinvegin, er hetta í øllum førum ein byrjan, sigur ein av luttakarunum, hin 33 ára gamla Laura Cadena við tíðarritið “The Baptist Standard”.

Hon hevur lisið gudfrøði og er limur í eini baptistakirkju í Atlanta, og ynskti sær, at ein næstu ferð bjóðar fleiri kvinnum, meiri ungdómi, fleiri baptistum úr øðrum heimspørtum við.

- Men hetta var í øllum førum ein góð byrjan, slær Cadena fast.