Viðurskiftini millum USA og Iran hava verið ísakøld, síðani iranskir studentar tóku 52 amerikanarar gíslar á sendistovuni í Teheran undir kollveltingini í 1979. Iranska móstøðan ímóti USA var ikki bara vend ímóti landinum, men eisini forsetanum, Jimmy Carter.
Gíslatøkan vardi heilar 444 dagar, men hóast allir gíslarnir sluppu heimaftur í øllum góðum, varð tað ikki Carter, sum fekk æruna. Gíslatakararnir valdu at bíða við at lata gíslarnar leysar, til Carter hevði latið Ronald Reagan forsetaembætið tann 20. januar í 1981.
Kortini er Jimmy Carter til reiðar at hitta ein av teimum fremstu iransku kollveltingarmonnunum, fyrrverandi forsetan Mohamad Khatami, sum er í USA í hesum døgum. Khatami fekk fyrr í vikuni innferðarloyvi til USA, men hann er á privatari vitjan, tí í dag hevur hann einki leiðandi politiskt starv í Iran.
-Carter hevur alla orsøk til at harmast tað, sum iranska kollveltingarstýrið gjørdi ímóti honum, og hóast Khatami ongantíð hevur sagt seg vera ímóti tí, sum ayatollah Khomeini gjørdi, vil Carter fegin tosa við hann, sigur ein talsmaður hjá Carter við The Independent.
Hvítu Húsini í Washington siga seg ikki hava nakað ímóti, at teir báðir fyrrverandi forsetarnir hittast.
-Her í USA hevur Khatami frælsi til at siga tað, sum honum lystir, og hann kann tosa við tey, sum hann vil tosa við, sigur ein av talsmonnunum hjá Hvíotu Húsunum við bretska blaðið.
Sambært blaðnum hevur Khatami játtað at hitta Carter, men tað er ikki greitt, nær ella hvar tað verður.










