Carter við atfinningum

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, finst at framferðini, sum fangarnir á herflotastøðini Guantanamo á Kuba fáa.

Í einari grein í Washington Post ávarar fyrrverandi forsetin amerikanarar ímóti at broyta ta vanligu amerikansku uppfatanina av mannarætindunum. Hann vil vera við, at tað eru sterkar konservativar kreftir, sum royna at røkka sínum málum við at nýta bardagan ímóti yvirgangi sum undanførslu.
Jimmy Carter vísir á, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri hevur sagt, at fangarnir úr Taliban verða ikki latnir leysir, sjálvt um teir verða funnir ósekir. Fyrrverandi forsetin skrivar, at hetta minnir um mannagongd hjá stjórnum, sum amerikanskir forsetar altíð hava fordømt.