Tað eydnaðist fyrrverandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter at fáa myndugleikarnar í Norðurkorea at lata ein amerikanskan ríkisborgara leysan. Tann 31 ára gamli Aijalon Mahli Gomes varð í vár dømdur átta ára revsiarbeiði, tí hann var komin til Norðurkorea úr Kina uttan loyvi.
Fyri nøkrum vikum síðani vóru amerikanskir umboðsmenn í Norðurkorea og royndu at fáa mannin leysan, men til fánýtis. Harafturímóti hevði Jimmy Carter eydnuna við sær, tá hann fór til Norðurkorea í somu ørindum mikudagin.
Sambært AP-tíðindastovuni ætla Carter og Aijalon Mahli Gomes at fara úr Norðurkorea í dag.