Manchester United hevur longt sáttmála við miðvallarspælaran Michael Carrick, sum felagið keypti úr Tottenham fyri 150 milliónir krónur fyri tveimum árum síðani. 27 ára gamli Carrick hevur spælt væl í ár, og nú hevur United longt sáttmálan við hann heilt fram til 2012.
- Eg rokni við, at hetta United-liðið fer at spæla saman í fleiri ár afturat, sigur Michael Carrick, sum í farna kappingarári spældi 48 dystir fyri United.










