Carragher vil hava styrk

Jamie Carragher hjá Liverpool sigur, at skal Liverpool medda hægri enn fjórða-plássinum, sum teir nú stríðast fyri at røkka, er neyðugt at styrkja hópin við tveimum ella kanska trimum klassaspælarum. – Tað henda heilt víst broytingar í summar, og hóast summi halda, at tað er langur vegur hjá okkum til toppin, so skal ikki so nógv til. Einir tveir-tríggir spælarar kunnu gera stóran mun, og vit spælarar vilja í øllum førum ikki aftur enda í eini støðu, har vit stríðast fyri at halda fast um fjórða plássið, sigur Carragher.