Hóast Liverpool vann 2-0 á West Bromwich um vikuskiftið, so var lagið á vøllinum ikki serliga gott. Ta einu ferðina var enntá um reppið, at tað gjørdist áfast millum Jamie Carragher og Alvarao Arbeloa. Carragher var í øðini um, at Arbeloa ikki dekkaði nóg væl, soleiðis at Marc Antonie Fortuné var sentimetrar frá at skora. Og var Xabi Alonso ikki komin ímillum, kundi talan væl verið um bardaga millum teir báðar liðfelagarnar.