Carragher fingið verkbann restina av kappingarárinum
SkySports hevur í dag gjørt av at senda Jamie Carragher til hús restina av kappingarárinum.
Fyrrverandi Liverpool-leikarin hevur verið fyri hørðum atfinningum hesa vikuna. Aftan á dystin millum Manchester United og Liverpool leygardagin, sum Manchester United vann 2-1, fekk Liverpool-hetjan nógvar ákoyringar frá Manchester United-fjepparum.
Les eisini Spýtti eftir fjeppara
Á einari upptøku sæst, at Jamie Carragher úr bili sínum spýtir inn gjøgnum vindeyga á einum øðrum bili og rakar millum annað eina 14 ára gamla gentu.
Jamie Carragher hevur síðani lagt seg skerflatan og biði um umbering fyri hendingina, men í dag hevur SkySports so valt at fyribils senda hann til hús. Jamie Carragher er, saman við Gary Neville, millum best umtóktu fótbóltsviðmerkjararnar í enskum fótbólti í løtuni.
SkySports boðar frá, at tað áðrenn næsta kappingarár byrjar skal endurmeta støðuna og taka støðu til, um Jamie Carragher kann taka við starvinum aftur.