Gamla Liverpool-legendan, Jamie Carragher er dansandi óður um mátan, sum Raheem Sterling brúkar fyri at rýma úr Liverpool FC, og vinna sær ein betri sáttmála í øðrum fótbóltsfelagi.
Raheem Sterling hevur annars fingið bjóða eina vikuløn frá Liverpool, sum svarar til 900.000 krónur um vikuna í okkara peningi. Kortini noktar 20 ára gamli Raheem Sterling at taka við tilboðnum. - Hetta pínur í maganum, og ger meg veruliga óðan, sigur Jamie Carragher við bretskar miðlar.
- Drongurin er úr London, og tað letur til, at hann vil sleppa aftur til London. Tað snýr seg møguliga ikki um pengar. Tað snýr seg møguliga um at vinna steyp, og at sleppa at spæla í Champions League. Men Liverpool hevði møguleikan at vinna eitt steyp, tá teir spældu hálvfinalu í FA Cup steypakappingini ímóti Aston Villa. Hvar var Sterling tá, spyr Jamie Carragher. - Ein fær ikki steyp, ein ger seg fortjentan til tey. Fyri at fáa steypini má ein spæla væl í teimum stóru dystunum. Hvat gjørdi Liverpool í Champions League kappingini? Einki! Hvat gjørdi Sterling? Einki, staðfestir Jamie Carragher.
- Tað finst einki verri, enn tað, sum Sterling hevur gjørt nú. Ein heldur kjaft, og konsentrerar seg um at spæla fótbólt, segði ein harðmæltur Jamie Carragher við bretskar miðlar.










