Carré í Focus

Fríggjadagin 29. februar kl 16 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Philippe Carré er kendur fyri síni klipp í fuglaperspektivi. Hesaferð í Galerie Focus hevur Philippe Carré “miniature” ella smámyndir, tøknið er vatnlitir, tusj og blýant á pappíri.


Tað er ein roynd at tekna staðið við tí metaforiska ella ævintýrliga, og tí sermerkta við júst hesum staðnum. Hetta eru tulkingar av ymsum støðum í oyggjunum, ið eru teknaðar loddrætt og kunnu tulkast sum gongutúrar gjøgnum ávísar útvaldar gøtur. Landsløg ella býarlandsløg umskapast, so tað gevur eina kenslu av risastórum gomlum trøum, av drangur, klettum og oyggjum, av totemsteyrum og stórum skipum. Hvørt einstakt stað inniheldur heildina, eins og hvørt einstakt menniskja inniheldur mannaættina.


Framsýningin verður opin til 14. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.